Innanlands

Poul Andrias og Paz varðveittu Michelin-stjørnurnar

Matstovan Paz heldur fast við sínar báðar Michelin-stjørnurnar. Í løtuni hevur eingin onnur føroysk matstovna hesar stjørnur

Poul Andrias Ziska (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Poul Andrias Ziska (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-06-01 21:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Michelin-stjørnur vóru lætnar til matstovur í Norðurlondum seinnapartin, og einasta føroyska matstovan við hesum nógv virdu stjørnunum, varðveitti sínar.

Stjørnurnar vóru latnar á tiltaki, sum var í Tivoli í Keypmannahavn.

Paz við Poul Andrias Ziska á odda læt upp á vári í fjør, og hevði bara verið opin í einar tveir mánaðir tá Michelin-stjørnurnar vóru handaðar seinast. Eitt sindur óvæntað fekk matstovan tá beinanvegin tvær stjørnur.

Nakað av spenningi var, um matstovan Ræst slapp upp í tað fína selskapið í ár, men tað hendi ikki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder