2024-10-14 14:59
2. oktober longdi rætturin í Nuuk fongslingina hjá 73 ára gamla umhvørvisaktivistinum Paul Watson fram til 23. oktober, og hesa avgerðina staðfesti landsrætturin í Grønlandi seinnapartin, sambært Ritzau.
Les eisini: Watson fongslaður í tríggjar vikur afturat
Watson hevur verið fongslaður í Nuuk síðan 21. juli, tá hann varð handtikin á skipinum John Paul de Joria, sum bunkraði í Nuuk.
Orsøkin til handtøkuna vóru altjóða handtøkuboð frá Japan, sum ynskja at rættarsøkja Watson fyri at hava órógvað hvalaveiðu í 2010. Danska løgmálaráðið skal taka støðu til, um hann skal útflýggjast til Japan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald