Allastaðni kring landið, á øllum økjum, verða átøk gjørd fyri at stegða møguligari spreiðing av coronavirusinum.
Les eisini: Avlýsingar og átøk - orsakað av corona-stongslinum
Yvirlit:Átøk hjá Tórshavnar kommunu móti corona
Klaksvikar Kommuna: Tann smittaði er starvsfólk á dagstovni
Øll skipað koyring til flogvøllin er steðgað: Hjá Leið 300 hjá Bygdaleiðum, og Shuttle-tænsturnar Auto, Bil Minitaxa 96 og Eysturrrutan eru steðgað. Bíðað verður framvegis eftir, hvat fer at henda við flogferðsluni,
Í høvuðsheitinum snýr tað seg um hjá fólki, at ikki verða so nógv í samband við hvørt annað, og bankarnir, Betri og Bank Nordik, umframt sparikassarnir, Norðoyar og Suðuroyar Sparikassi, hava stongt sínar avgreiðslur komandi tvær vikurnar. Fíggjarlig viðurskifti skulu harvið
Nakrar fyritøkur, sum dømi kunnu nevnast Føroya Tele, Nema og Bygma Balslev, hava opið, men mæla kundunum til at avgreiða tað á netinum og ígjøgnum telefon, sum til ber. At møta upp skal bert gerast, umt að er heilt neyðugt.
IDE Møblar hava opið, men bert í hálvari manning. Handilin mælir, sum so nógvir aðrir nú, til, at gjalda við korti og til gott hondreinføri. Summir handlar taka als ikki ímóti kontantum í løtuni.
Innanlands
Avgreið alt sum til ber - uttan at møta upp
Bankar og sparikassar, umframt fleiri handlar og fyritøkur, heita á sínar kundar um at avgreiða viðurskifti yvir telefon ella alnótina komandi vikurnar
Gòður møguleikar eru fyri at avgreiða millum annað síni bankaviðurskifti við hús (Mynd: ns.fo)
2020-03-13 14:29
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald