2022-01-03 16:24
Maðurin, sum í farnu viku fór yvirum markið úr Suðurkorea til Norðurkorea, er helst ein norðurkoreanari, sum í november 2020 fór yvirum markið til Suðurkorea, sigur suðurkoreanska verjumálaráðið. Maðurin verður hildin at vera í 30unum.
Maðurin á upptøkunum líktist í øllum førum honum, sum kom til Suðurkorea tá. Tað er tó ikki endaliga váttað enn, skrivar The Guardian.
Leitað varð eftir manninum leygardagin, tá vakmyndatól vístu, at hann var farin inn á avvápnaða økið millum londini.
Hvat síðani er hent við manninum er ógreitt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald