Leygardagin hendi tað óvanliga, at ein persónur slapp sær yvirum markið millum Norður- og Suðurkorea, úr suður til norður.
Millum londini er eitt fýra kilometrar langt avvápnað øki, tveir kilometrar á hvørjari síðu av markinum, og hóast leiting varð sett í verk, gekk persónurin fleiri tímar uttan at verða funnin.
Hernaðarleiðarar í Suðurkorea siga seg ikki vita, um avhopparin framvegis er á lívi, men landið hevur heitt á Norðurkorea um at syrgja fyri, at persónurin verður vardur.
Undir koronufarsóttini hevur Norðurkorea heitt á marknavørðar um at skjóta, so skjótt sum ein ókendur persónur traðkar inn á økið. Suðurkoreansku myndugleikarnir hava eisini lovað ferð eftir ferð, at umstøðurnar á avvápnaða økinum skuldu betrast, eftir at líknandi hendingar hava verið fráboðaðar áður.
Í september 2020 varð ein suðurkoreanskur embætismaður m.a. skotin av norðurkoreanskum hermonnum. Grundgevingin hjá Norðurkorea var strangu koronutiltøkini.
Økið millum Norður- og Suðurkorea er annars fylt við minuleiðum, píkatráði og elektriskum hegni. Umframt hetta halda bæði vakmyndatól og vápnaðir marknavørðar eitt vakið eyga alt samdøgrið.
Síðan Kim Jong-un kom til valdið fyri tíggju árum síðani, eru í minsta lagi tíggju fólk farin úr Norðurkorea og yvir til Suðurkorea. Londini gjørdu í 1953 eina avtalu um vápnahvíld, eftir at hava verið í kríggj í trý ár. Sama árið varð avvápnaða økið sett á stovn av ST. Formliga er kríggið millum Norður- og Suðurkorea ikki liðugt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald