2026-11-01 09:45
Løgreglan arbeiðir í dag víðari við at fáa greiði á, hvat hendi tá ein bilur um hálvgun sjey tíðina í gjárkvøldið rendi á tveir mótkoyrandi bilar uttanfyri tunnilsmunnan við Leirvíkstunnilin leirvíkarmegin.
Tilsamans sjey fólk vóru í teimum trimum bilunum, og trý fólk vórðu flutt á sjúkrahús til nærri kanningar. Tað tóktiskt ikki álvarsligt, var fyrsta meldingin hjá løgregluni.
Eini bilurin bleiv vrak og hinir báðir blivu fluttir av staðnum. Tunnilin var stongdur í hálvan annan tíma.
Kanningarnar mugu so vísa, hví hetta hendi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald