2021-04-04 19:07

Vánaligu veðurforsagnirnar eru orsøk til fleiri avlýsingar hjá strandferðsluni. Fyrr í dag varð boðað frá avlýsingum á Nólsoyarleiðini og Suðuroyarleiðini.
Nú boðar strandferðslan frá, at fleiri bygdaleiðir eisini eru avlýstar. Strandferðslan boðar frá, at fyri veður verður eingin koyring á fleiri bygdaleiðum í morgin, 2. páskadag.
Bygdaleiðirnar sum er avlýstar 2. páskadag eru hesar:
Leið 400: Klaksvík – Tórshavn
Leið 410: Fuglafjørð – Gøtudal – Klaksvík
Leið 450: Skálafjørður – Kollafjørður
Leið 500: Klaksvík – Viðareiði
Leið 504: Klaksvík – Kunoy
Leið 506: Trøllanes - Syðradalur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald