Innanlands

Avlýsingar og átøk orsakað av corona-stongslinum

Lesið her hvørji tiltøk eru avlýst og um átøk, ið eru sett í verk orsakað av, at løgmaður hevur lagt landið stilt

2020-03-15 14:00 Author image
Innsent
placeholder

Eftir fráboðanina hjá løgmanni til Føroya fólk um at halda seg heima í størst møguligan mun, eru tað hópin av tiltøkum, fundum og konsertum, sum eru avlýst.

Vit hava ikki havt møguleika at bera øll tíðindini víðari á Portalinum, tí savna vit avlýsingarnar saman her.

Listin verður dagførdur eftir tørvi

---

Ein dagur á grynnuni er fyribils útsett

Fylgjandi tilmælunum frá løgmanni tann 12/03 í sambandi við COVID-19 smittuna hevur nevndin í Ein dagur á grynnuni avgjørt, at í fyrstu atløgu, at útseta tiltakið.

Ein dagur á grynnuni er nú eitt av størstu tiltøkunum, á føroyska mentanarkalendaranum, við seks til átta túsund vitjandi hvørt ár. Nevndin er tí sera hørm um at útseta, men ynskir at fylgja tilmælunum frá myndugleikunum.

Ein dagur á grynnuni skuldi eftir ætlan vera tann 2.mai. Avgerðin er enn ikki tikin um nær Ein dagur á grynnuni verður útsett til, men nevndin fylgir neyvt við í gongdini av COVID-19 smittuni.

---

Herd tiltøk fyri at IRF kann halda ótarnað fram
Innsavningin hjá IRF er ein samfelagsberandi tænasta, sum ikki má steðga upp. Í sambandi við Coronasmittuna hava vit tí sett herd tiltøk í verk fyri at tryggja, at innsavningin av burturkasti kann halda fram so ótarnað sum gjørligt.

Allar IRF-støðir avbyrgdar
- IRF tekur ímóti burturkasti sum vanligt, men eingin vitjandi sleppa inn á støðirnar hjá IRF. Hetta verður gjørt fyri at fyribyrgja, at okkara starvsfólk verða smittaði. 

Hvør bilur hjá IRF er ein avbyrgd eind
- Hvør bilur hjá IRF er ein avbyrgd eind, og fólkið í bilunum skal hava minst møguligt persónligt samband við onnur í arbeiðstíðini.

Alt samskiftið umvegis tlf og teldu
- Alt samskiftið millum starvsfólkið hjá IRF og onnur skal vera umvegis tlf ella teldu. Vit heita á borgarar og viðskiftafólk um ikki at seta seg persónligt í samband við starvsfólki hjá IRF, tá tey eru til arbeiðis.

Leiðsla, fyrisiting og koyrideild arbeiða heimanifrá
- Starvsfólkini í leiðsluni, fyrisitingini og koyrideildini arbeiða heimanifrá.

Eingin ferðing og bert talgildir fundir
- Øll ferðing í arbeiðsørindum er avlýst, og alt fundarvirksemi er avlýst, útsett ella verður avgreitt talgilt.

Serhøllin fyribils stongd
- Serhøllin er fyribils stongd til 30. mars, og sostatt verður eingin innsavning og hagreiðing av serburturkasti í hesum tíðarskeiðinum.Serburturkast umfatar umfatar elektronikk, køli- og frystiskáp og serliga dálkandi burturkast

---

Havnar Handverkarafelag steingir fyribils
Vegna smittuvanda fyri Corona virus- Covid 19, verður skrivstova okkara stongd fyribils frá mánadegnum 16. mars til 1. april.Tó verður telefonavgreiðsla sum vanligt

---

Bil Minitaxa 96 steðgar við flogvallarkoyring
Corona COVIT-19 smittuvandin hevur við sær, at teir 33 hýruvognarnir hjá Taxi (Bil Minitaxa 96 Sp/F) stegða við allari koyring til og frá Vága Floghavn á middegi ídag (fríggjadagin).

Tað vil siga at vit ikki koyra til Komu ídag SK 1777 – kl. 12:20 – og fráferð til RC 456 Kl. 14:30, og eftir hesar tíðir

Viðskiftafólk, sum hava bílagt sær pláss við Taxi, verða vinarliga biðin at finna sær eina aðra koyriloysn til og frá flogvøllinum.

Steðgað verður fyribils at koyra í 14 dagar, og boðað verður frá, tá koyringin byrjar aftur

---

Roðin økistænastan setur herd tiltøk í verk
Fyri at verja eldru borgararnar í Runavíkar-, Nes- og Sjóvar kommunu ímóti Corona smittuni eru hesi tiltøk sett í verk næstu tvær vikurnar:
- Venjingarnar í Bylgjuni og í ítróttarhøllini á Skála avlýstar.
- Dagtilboðini á Skála og á Eysturoyar røktar- og ellisheimi eru stongd
- Heitt verður á avvarðandi hjá búfólkum á Vesturskin, Sjóarlon og á Eysturoyar røktar- og ellisheimi um ikki at vitja óneyðugt. Bert undir serligum umstøðum, og við loyvi frá deildarleiðaranum, ber til at vitja.

Umframt nevndu tiltøk eru tilmælini frá Landsstýrinum frá 12. mars tikin til eftirtektar. Leiðslan í Roðanum hevur dagført fleiri innanhýsis mannagongdir í tænastum og tilboðum. Umframt at mannagongdir at fyribyrgja Corona-smittu millum starvsfólk og búfólk/brúkarar er herd.

---

Auto steðgar við flogvallarkoyring
Corona COVIT-19 smittuvandin hevur við sær, at teir 33 hýruvognarnir hjá P/F Auto stegða við allari koyring til og frá Vága Floghavn á midnátt í kvøld (hóskvøldið).

Viðskiftafólk, sum hava bílagt sær pláss við Auto, verða vinarliga biðin at finna sær eina aðra koyriloysn til og frá flogvøllinum.

---

Deildirnar hjá Suðuroyar Sparikassa lata fyribils aftur
Orsakað av herdu tiltøkunum fyri at minka um smittuvandan av corona, og fyri at tryggja at Suðuroyar Sparikassi framhaldandi kann veita kundunum tær grundleggjandi tænasturnar, velur Suðuroyar Sparikassi fyribils at lata deildirnar aftur fyri vitjan av kundum frá fríggjadegnum 13. mars og 14 dagar fram.

Heitt verður á kundar um at ringja ella senda teldubræv um tørvur er á
ráðgeving ella tænastu, sum ikki kann avgreiðast í Netbankanum. 

---

Tillagingar í virkseminum hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum
Eftir boðum frá Føroya Landsstýrið er virksemið hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum tillaga fram til mánadagin 30. mars.

Hetta tíðarskeiðið er móttøkan hjá stovninum stongd.

Longri málsviðgerðartíð kann koma fyri.

---

Ársaðalfundurin hjá Sinnisbata er avlýstur
Ársaðalfundurin hjá áhugafelagnum Sinnisbta sum skuldi verið í Perluni tann 26. mars er avlýstur og útsettur á óásetta tíð vegna Corona smittuvanda.

Biðið verður um at fylgja við í kunning sum verður at fáa á heimasíðu felagsins, fyribils aftaná fyrstu 14 dagarnar, sum tiltakið hjá Heilsumyndugleikum er ásett til at vara.

---

Fiskaaling umskipar virksemið
Leiðslan á P/F Fiskaaling hevur tikið avgerð um at seta tiltøk í verk at fyribyrgja smittuvanda og spjaðing av COVID 19. 

Virksemið verður umskipað soleiðis, at starvsfólkini eru øll biðin um at arbeiða heimanífrá í mest møguligan mun næstu 14 dagarnar.

Hetta kemur at raka skrivstovur og starvsstovur hjá Fiskaaling, men tað liggur tó fast, at alt neyðugt virksemi verður framhaldandi gjørt. 

Lógarkravdu lúsateljingarnar eru dømi um alneyðugt virksemi, sum Fiskaaling kemur at røkja sum vant í hesum tíðum.

---

Neyðtilbúgving í Føroya Rætti
Eins og aðrir almennir myndugleikar og stovnar setur Føroya Rættur í verk neyðtilbúgving frá mánadegnum 16. mars og fyribils 2 vikur fram fyri at kunna røkja tær viðbreknu og kritisku uppgávurnar.

Einans heilt fá serlig revsimál og hastandi/kritisk mál verða viðgjørd. Øll onnur mál verða avlýst fram til tann 30. mars 2020.

---

Norðurlandahúsið avlýsir tiltøk
Fylgjandi tilmælunum frá løgmanni í morgun í sambandi við COVID-19 smittuna hevur Norðurlandahúsið avgjørt at útseta ella avlýsa øll tiltøk til og við 29. mars.

Húsið verður stongt frá mánadegnum 16. mars og tvær vikur fram. Øll, sum hava keypt atgongumerki til tiltøk, sum verða avlýst vegna Corona átøk, kunnu fáa peningin endurrindaðan við at senda ein teldupost til [email protected] við bókingarnummari og kontonummari.

Starvsfólk hjá Norðurlandahúsinum fara í stóran mun at arbeiða heimanífrá
ella avspáka. Norðurlandahúsið fer at nýta tíðina, ímeðan húsið er stongt, at gera ymiskt viðlíkahald, sum ikki krevur, at nógv fólk eru til arbeiðis í senn. 

---

Undirvísingin heldur fram sum fjarlestur
Bygningarnir hjá Setrinum eru fyribils stongdir, men hildið verður fram við undirvísingini í mest møguligan mun við teimum amboðum, sum eru tøk.

Setrið hevur í eina tíð fyrireikað seg til nýggja veruleikan, nú heimsheilsustovnurin, WHO hevur lýst støðuna við covid-19 at vera eina alheims farsótt. Bygningarnir eru læstir, starvsfólk arbeiða heimanífrá, og ein skipan verður sett í verk, har vanliga undirvísingin verður sum fjarlestur.

Lesandi eru kunnað, og nærri kunning um fjarundirvísingarskipanina kemur seinni. Gransking og fyrisiting halda fram sum vant, men undir øðrvísi skipaðum viðurskiftum.

---

Visit Faroe Islands mælir ferðafólki frá at koma til Føroyar
Visit Faroe Islands tekur undir við tilmælinum og mælir fyribils øllum ferðafólkum frá at koma til Føroyar í mars mánað. Alt marknaðarføringstilfar verður tillagað og Visit Faroe Islands avlýsir ella útsetir somuleiðis øll tiltøk komandi tíðina, ið savna nógv fólk.

Sostatt verður stóra átakið “Closed for Maintenance, Open for Voluntourism,” ið skuldi vera 16-17. apríl, útsett og stóra ferðavinumessan “Visit Faroe Islands Fam-shop” fyrst í mai verður avlýst.

“Vit eru sera hørm um hesa støðuna, sum fer at hava stórar avleiðingar fyri spírandi føroysku ferðavinnuna. Vit eru tó sannførd um, at tað einasta rætta er at avmarka ferðafólkaferðsluna til Føroyar so nógv sum til ber. Vit eru eisini sannførd um, at vit í felag fara at megna hesa støðuna og at menningin innan ferðavinnuna fer at halda áfram, tá smittuvandin er av,” sigur Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands.

---

Flogbóltur: Alt virksemi steðgað
Nú støðan er vorðin álvarsligari, setur Flogbóltssamband Føroya hesi átøk í verk alt fyri eitt galdandi næstu 2 vikurnar fyri fyrst. Tað er frá í dag 12. mars og til 26. mars fyri fyrst:

  1. Allir landskappingardystir verða útsettir - FBF loyvir ikki feløgunum at leika nakrar landskappingardystir næstu tvær vikurnar. Hetta galdandi frá nú og í 2 vikur. EINGIR DYSTIR SKULU LEIKAST!
  2. Allar kappingar fyri yngri deildir verða avlýstar - tað merkir, at ætlaða kappingin 21. mars í høllini á Hálsi er avlýst
  3. Allar landsliðsvenjingar verða avlýstar
  4. FM-yngri stendur at vera 27., 28. og 29. mars. Enn er støða ikki tikin til, hvussu verður við tí, men alt bendir á, at FM-yngri má flytast. Nærri boð verða givin um tað í næstum
  5. Flogbóltssamband Føroya heitir inniliga á øll feløgini at steðga allari venjing í øllum deildum frá í dag og í 2 vikur fyri fyrst. 
Alt tað, ið her er nevnt, er gjørt í samstarvi við myndugleikarnar og ÍSF. 

---

Landsfundur Miðfloksins er avlýstur
Landsfundurin, sum skuldi verða 21. mars er avlýstur, vegna støðuna í samband við corona.

Støða tikin um at Landsfundurin er avlýstur. Vit høvdu glett okkum nógv til hendan dagin, saman við vinum og stuðlum kring landi, og ikki minst at hoyra Isabellu Arendt úr Kristnu Demokratunum.
 
Landsfundurin verður seinni í ár.

---

BSF steðgar øllum virksemi í tvær vikur
Eftir at Coronatiltøkini eru herd av føroysku myndugleikunum, hevur ÍSF heitt á feløg og sambond innan ÍSF um fyribils at steðga øllum virksemi í tvær vikur. BSF (Badmintonsamband Føroya) tekur hesa áheitan til sín og avlýsir allar kappingar og venjingar, sum BSF stendur fyri.

Samstundis heitir BSF á øll limafeløgini í BSF um eisini at fylgja hesi áheitan frá ÍSF. Venjingar, dystir, kappingar og annars øll tiltøk í føroyska ítróttaheiminum – bæði innandura og uttandura – eiga at steðga fyribils í tvær vikur í øllum deildum og aldursbólkum.

---

Fimleikakapping útsett
Í samband við tiltælið frá føroysku mynduleikunum, hevur Føroya Fimleikasamband avgjørt at útseta 2. steypakappingina í estetiskum fimleiki og góðkenningardagin í amboðsfimleiki.

2. steypakapping skuldi eftir ætlan verið 21.mars í Bylgjuni og góðkenningardagurin 4. apríl í Fimi.

---

ÍSF mælir til at steðga øllum ítróttavirksemi í tvær vikur
Ítróttasamband Føroya heitir á feløg og sambond innan ÍSF um fyribils at
steðga øllum ítróttavirksemi í tvær vikur, eftir at Coronatiltøkini eru herd
Venjingar, dystir, kappingar og annars øll tiltøk í føroyska ítróttaheiminum – bæði innandura og uttandura – eiga at steðga fyribils í tvær vikur í øllum deildum og aldursbólkum.

Hesa áheitan sendir ÍSF ítróttafeløgum og sambondum, eftir at landsstýrið hevur hert corona-tiltøkini fyri at minka um smittavandan av corona/covid-19.

---

Ársfundurin hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd er fyribils útsettur
Sagt verður frá, at ársfundurin hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, sum skuldi vera fríggjadagin 13. marts, er fyribils útsettur.

Sambært viðtøkunum skal ársfundur Ráðsins í seinasta lagi vera 1. maj og nýggj dagseting av ársfundinum verður fráboðað skjótast gjørligt

---

Matvit útsett
Nú herd tiltøk í sambandi við corona virus leypandi verða sett í verk, er
ráðstevnan MATVIT og verkstovan um regenerativan landbúnað, sum skuldu
vera í Norðurlandahúsinum komandi vikuskifti, útsett.

"Tað harmar okkum at skula útseta ráðstevnuna, tí vit meta, at evnið hevur
stóran samfelagsligan týdning. Í veruleikanum vísir støðan við corona virusinum
okkum, hvussu umráðandi tað er at hugsa um føroyskt matsjálvbjargni. Vit
kunnu t.d. spyrja okkum sjálvi, hvussu væl vit høvdu klárað at breyðføtt okkum í
Føroyum, um alt samband við útheimin steðgaði orsakað av corona.”

---

Reinsaríið, Perlan og Aulan - ongi almenn tiltøk í 14 dagar
Fyri at fyribyrgja, at koronavirus spjaðir seg, er avgerð tikin um at avlýsa øll almenn tiltøk, sum eftir ætlan eru á skránni í mentanarhølunum í Tórsgøtu. Støðini steingja í dag, og sostatt verða eingi almenn tiltøk fyribils í 14 dagar, tó eru tónleikavenjingarhølini Garasjan og Ostahúsið opin.

Tey, ið hava keypt atgongumerki til tiltøk, fáa peningin afturgoldnan. Peningurin verður fluttur aftur á konto komandi dagarnar.

---

Føroya Tele: Avmarkað avgreiðsla í øllum Telebúðunum

Frá mánadegnum 16. mars 2020 og fyribils tvær vikur fram avmarka vit avgreiðsluna í Telebúðunum.

Í hesum tíðarskeiðinum verður tað gjørligt at ringja og skriva til okkara fyri at fáa hjálp og keypa vørur, sum so verða útflýggjaðar í Telebúðunum eftir avtalu. Tað merkir, at handlarnir ikki hava opið sum vanligt.

- Endamálið við hesum herdu tiltøkunum er at fyribyrgja, at COVID-19 smittan ikki breiðir seg í samfelagnum og somuleiðis verja okkara starvsfólk og kundar, sigur Hans Jákup Langgaard, stjóri á FT Samskifti.

Vøruúrvalið í Telebúðunum er tað sama og dugnaligu starvsfólkini, ið vanliga veita tænastur og vørur í handlunum, gera nú hetta umvegis telefon og teldupost. Kundar, ið keypa vørur umvegis telefon ella t-post, fáa útflýggjað vørurnar í einari telebúð eftir egnum ynski í Havn, Hoyvík, Saltangará, Klaksvík ella Tvøroyri.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder