Innanlands

Avskipaðu 2300 tons av jarni

Tað sæst sera væl aftur, at Brennistøðin hevur avskipað ikki minni enn 2300 tons av jarni – helst størsta nøgd nakrantíð í einum nosi, sigur Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2020-02-26 17:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stóra goymsluøkið inni á Hjalla er ikki heilt tømt, men tað sæst sera væl aftur, at Brennistøðin hevur avskipað ikki minni enn 2300 tons av jarni – helst størsta nøgd nakrantíð í einum nosi, skrivar Tórshavnar kommuna.

Orsøkin til at nøgdin var so stór er, at avskipast skuldi í november, men so kom millum annað viðlíkahald í vegin og haraftrat hevur tað viðrað sera illa – í januar var t.d. ikki hugsingur um at flyta nakað av landinum.

Hesaferð var tað so heppið, at Hav Atlantic hjá Frakt & Sand var í Føroyum við skervi og tók so jarnið við aftur til Frederiksstad í Noregi, tilsamans heili 2300 tons av samankroystum bilvrakum og gomlum jarni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder