Avstralski tjóðartingslimurin, Helen Haines, sum fyri fýra vikum síðani varð ákoyrd av einum bili, er blivin útskrivað av sjúkrahúsinum.
Tað upplýsir Alfred Hospital í avstralska býnum Melbourne.
Haines sigur, at hon fegnast um at vera komin til endurvenjingarpartin av viðgerðartilgongd síni.
– Tað er ein sera jalig løta, og eg eri sera takksom, sigur hon sambært Ritzau.
Les eisini: Koyrdi á avstralskan politikara
Tað var 19. oktober, at 65 ára gamla Haines varð ákoyrd av einum bili í avstralska býnum Wangaratta. Eftirfylgjandi varð hon flutt á sjúkrahús, álvarsliga løstað.
Avstralski tjóðartingslimurin hevur síðan fingið amputerað bæði beinini.
Avstraslski forsætisráðharrin, Anthony Albanese sigur, at hann hevur regluligt samskifti við Haines og familju hennara.
– Vit halda fram at stuðla Helen, familju hennara, hennara lokalsamfelag og starvsfólk, meðan hon er til endurvenjing.
Avstralska løgreglan hevur mett, at talan var um eitt tilvitað álop á Haines. Ein 43 ára gamal maður er undir illgruna í málinum.
Hann er skuldsettur fyri sera eirindaleysa koyring við persónsskaða sum avleiðing, grovan harðskap og harðskap móti tænastumanni. Enn er einki sagt um nakað motiv, men familjan hjá skuldsetta manninum sigur, at tey hava kent Haines í meira enn 20 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald