Innanlands

Avstralia letur landamørkini aftur - tiltøkini skulu galda í upp til hálvt ár

Biografar, matstovur og sekinkistøð eru ímillum tey, ið noyðast at steingja nú. Forsætisráðharrin og heilsumálaráðharrin vísa á, at tað hjálpir einki at gera tiltøk og steingja samfelagið av í stutta tíð

Scott Morrison, forsætisráðharri (Mynd: EPA)

Scott Morrison, forsætisráðharri (Mynd: EPA)

2020-03-18 18:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Avstralia er nú hart rakt av koronavirusinum. Áleið 500 fólk eru smittaði, fimm deyð og tilburðirnir eru støðugt vaksandi.

- Okkara fólk skal vera til reiðar at halda ymisku tiltøkini í seks mánaðir. 

Hetta segði Scott Morrison, forsætisráðharri í Avstralia á tíðindafundi mikumorgunin lokala tíð, har nýggjastu tiltøkini í landinum móti koronasmittuni vórðu avdúkaði. 

- Eingin av okkara serfrøðingum mælir til at steingja ella at steðga samfelagnum í tvær til fýra vikur. Tað fáa vit einki burtur úr, tí vit skulu vera í hesum í landa tíð.

Hetta segði Brendan Murphy, hægsti heilsumyndugleiki í landinum. 

Forboð er nú í stóra landinum at savnast innandura, har pláss eru fyri meira enn 100 fólkum. Harvið skulu biografar, skeinkistøð, matstøður og onnur slík støð lata aftur nú. 

Landamørkini verða eisini latin aftur fyri ferðafólki. Tað eru bert avstraliufólk, ið kunnu koma inn í landið, hóast Scott Morrison vísti á, at teir flestu tilburðirnir higartil eru komnir av júst hesum. Innanlandsflúgvin verður framvegis í Avstralia, og skúlarnir hava fyribils opið.

Tá spanska sjúkan herjaði fyri beint yvir einari øld síðani, eydnaðist tað sera væl hjá Avstralia at halda henni burtur. Serliga við at seta øll skip sum komu í karantenu, mein eisinivið at steingja ymiskt, at hava sera strangar leiðreglur viðvíkjandi reinføri 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder