Innanlands

Avtala gjørd um grótið av Gomlurætt

Í morgun er avtala gjørd millum Jørgen Niclasen, landsstýrismann, og Heðin Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, um náttarkoyringina av Gomlurætt, og um keyp av avlopsgróti frá Tunnilsfelagnum

2021-08-02 13:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Avtalan er soljóðandi:

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, ið varar av P/F Eystur- og Sandoyartunlar (Tunnilsfelagið) og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn hava viðgjørt støðuna um koyring av gróti av Gomlurætt. Endamálið hevur verið at finna eina semju um koyringina til og av Gomlurætt.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður hevur virkað fyri, at semja er fingin við Tunnilsfelagið um at stegða koyring við gróti um náttina.

Partur av semjuni millum Tórshavnar kommunu og Tunnilsfelagið er, at Heðin Mortensen, borgarstjóri hevur gjørt avtalu um at keypa avlopsgrótið við Gomlurætt frá Tunnilsfelagnum og at avlopsgrótið verður brúkt í sambandi við komandi útbyggingar í kommununi.

Avtalan er treytað av, at Tórshavnar býráð tekur undir við henni og at Tórshavnar kommuna kann yvirtaka leiguna av lendinum, har grótgoymslan er løgd, nøkur ár fram.

So leingi sum kannað verður, um Tórshavnar kommuna kann yvirtaka leiguna av lendinum, og at býráðið tekur undir við avtaluni, steðgar Tunnilsfelagið við koyring av gróti um náttina millum 00:00 til 06:00 og sunnudagar millum 00:00 og 15:00

Í hesum tíðarskeiði tekur Tórshavnar kommuna fyribils verandi skelti niður.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder