Innanlands

Avtalan um radaran skal undirskrivast klokkan 10

Danski verjumálaráðharrin, Morten Bødskov, og føroyski landsstýrismaðurin við uttanríkismálum, Jenis av Rana, skulu skriva undir

Sornfelli (Savnsmynd: Pól Sundskarð)

Sornfelli (Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2022-06-09 08:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Klokkan 10 í dag verður avtalan um nýggjan eftirlitsradara á Sornfelli undirskrivaður.

Tað upplýsir Uttanríkis- og mentamálaráðið. Fundur verður millum Jenis av Rana, landsstýrismann, og danska verjumálaráðharran, Morten Bødskov, klokkan 10 í Tinganesi.

Stutt eftir klokkan 10 vera fjølmiðlar bodnir at vera til staðar, tá teir báðir skriva undir semjuna “um fortreytirnar fyri at seta upp lofteftirlitsradara í Føroyum”, stendur á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum.

[object Object]Morten Bødskov (Mynd: EPA)

Kostnaðurin fyri radaran er mettur til 390 milliónir krónur, sambært avtaluni, kallað  Arktis Kapacitetspakke, sum gjørd varð fyri góðum ári síðani millum sosialdemokratisku stjórnina og flokkarnar Venstre, Dansk Folkeparti, Radikale Venstre, konservativa fólkaflokkin, og Liberal Alliance.

Avtalan til 1,5 milliardir krónur snýr seg í høvuðsheitum um verju og eftirlit av grønlendska partinum av Arktis og so uppsetan av einum radara í Føoyum fyri 390 milliónir krónur, ið skal fylla ‘holið’, kallað ‘GIUK Gap”, so haldast kann eftirlit við loftferðsluni millum Ísland og Bretland.

- Har hevur verið eitt hol, ið skal fyllast. Nýggja trygdarpolitiska støðan í Evropa er eisini høvuðsorsøkin til, at tað er vorðið meira neyðugt at fáa fylt hetta holið, sigur Morten Bødskov við Ritzau við ávísing til kríggið í Ukreina.

Les eisini: Verjusamstarvsavtala millum Danmark og Ísland   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder