Innanlands

Bakkafrost fer at kanna síni starvsfólk fyri covid-19

Verður ein liður í granskingararbeiðinum hjá Pál Weihe

2020-04-17 17:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Mánadagin fer Bakkafrost at bjóða øllum sínum starvsfólkum at verða kannað fyri Covid-19 aðru hvørja viku.

Hetta verður gjørt til tess at tryggja at Bakkafrost er eitt trygt stað at arbeiða, men eisini fyri at stuðla vísundaliga málinum at fáa so nógv sum møguligt kannað fyri at fáa størri vitan um Covid-19, eins og heimsheilsustovnurin WHO hevur mælt til, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Bakkafrosti í dag.

Skreeningin verður gjørt í samstarvi við Pál Weihe, lækna og professara á deildini fyri Almannaheilsu.

- Hetta er eitt gott átak, sum tænir tveimum endamálum. Í fyrstu atløgu at tryggja framleiðsluna og raksturin á Bakkafrost, og íøðrum lagi vil ein lutfalsliga stór kanning av fólkinum virka sum ein skjøldur móti spjaðingini av koronavirus í Føroyum, sigur Pál Weihe við heimasíðuna hjá Bakkafrost.

Eftir ætlan fáa starvsfólkini tilboð um at verða kannað av heilsustarvsfólki aðru hvørja viku hesar komandi tveir mánaðirnar, hvørt starvsfólk kann sostatt verða kannað fýra ferðir.

Royndirnar verða kannaðar á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, og úrslitið verður sent til Pál Weihe og deildina fyri almannaheilsu, sum kann brúka úrslitini í síni víðari gransking.

Starvsfólk, ið verða staðfest við smittuni, fáa boð beinanvegin, skrivar Bakkafrost. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder