Innanlands

Bakkafrost ger 1,8 milliard í íløgum í Føroyum

Alifyritøkan Bakkafrost fer at gera 1,8 mia. kr. í íløgum í Føroyum í tíðarskeiðinum 2020 til 2022 boðaði nevndarformaðurin frá á aðalfundinum í dag

2020-04-03 16:55 Author image
Jan Müller
placeholder

Á aðalfundinum á Bakkafrost seinnapartin kunngjørdi  nevndarformaðurin, Rúni M. Hansen, hvørjar stórar íløgur fyritøkan fer at gera í Føroyum og í Skotlandi komandi árini. Hann segði m.a.:

"Íløguskráin hjá Bakkafrost fyri tíðarskeiðið frá 2020 til 2022, frároknað íløgur í The Scottish Salmon Company, verður umleið 1,8 milliardir krónur við viðlíkahaldsíløgum og fer at styrkja samfelda vinnumyndilin hjá Bakkafrost og tryggja førleikan í øllum liðum á virðisketuni.

Endamálið við íløguætlanini er at minka um lívfrøðiliga váðan, økja virkisførið og skapa burðardyggan organiskan vøkstur. Denturin, Bakkafrost leggur á at ala størri smolt, hevur ein týðandi leiklut til at náa hesum máli.

Umframt ætlaðu íløgurnar í virðisketuna í Føroyum væntar Bakkafrost at fremja íløgur í The Scottish Salmon Company fyri umleið 350 milliónir krónur um árið frá 2020 til 2024.

Íløgurnar í Føroyum og íløgurnar, sum vit fara at gera í Skotlandi, fara at hava ein týðandi leiklut fyri framtíðar vinnumynstrið hjá Bakkafrost,” segði Rúni M. Hansen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder