- Tað var talan um eitt sonevnt skammlop í eini maskinu.
Vaktleiðarin á løgreglustøðin í Havn greiðir í morgun stutt frá, at ein støða var á virkinum hjá Bakkafrosti í Vági í gjár.
Hetta var fyrrapartin - fráboðanin kom millum klokkan 9 og 10. Tað gjørdi hon við einum alarmi staðsettum á brandstøðini í Havn. Síðani fór øll tilbúgvingin í gongd.
Sambært vaktleiðaranum gekk tað skjótt hjá sløkkiliðnum at fáa tamarhald á støðuni, so tað ikki gjørdist talan um stóran eld.
Tað vóru neistar í útluftingini, og tað gløddi á takinum. Hetta festi tó tíbetur ikki í. Skaðarnir vóru tó ikki stórir í Vági.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald