Innanlands

Bakkafrost-partabrævið hart rakt av korona-kreppuni

Samlaða virðið lækkað 15 milliardir norskar krónur - íløguráðgevar mæla til at ”halda høvdið kalt”

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-03-25 16:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Partaeigararnir í Bakkafrost hava mist heilt fitt av peningi hesa seinastu tíðina – á pappírnum í hvussu so er.

Tað er heilt greitt, at korona-hóttanin hevur havt stóra ávirkan á kursin á partabrævinum, ikki bert hjá Bakkafrost, men flest øllum fyritøkum, sum handla síni partabrøv á alheims keypsskálunum fyri partabrøv.

Tá hugt verður eftir gongdini á Bakkafrost-partabrævinum, so sæst, at fyri gott og væl einum mánaði síðani toppaði kursurin. 17. februar var kursurin 717,50 krónur fyri eitt partabræv. Og her skal gerast vart við, at talan er um norskar krónur, sum liggur væl undir kursinum á donsku krónuni í løtuni. Í dag svaraðu 100 norskar krónur til 61 danskar.

Tað er ikki so langt síðan. Tann dagin sóðu nakrar av yvirskriftunum á Portalinum soleiðis út:

3000 metrar boraðir í Sandoyartunlinum 

Torradagarnir skotnir í gongd

Koks varðveitti tvær stjørnur 

og korona-søgurnar tann dagin vóru hesar:

Japan: Føðingardagshald (keisarin, red) avlýst orsaka av coronavirusinum

1700 fólk hava nú latið lív 

Lækkaði 168 norskar krónur á 22 dagar
Tveir dagar eftir at partabrævið toppaði, fór kursurin á Bakkafrost partabrævinum at lækka. 27. februar var fallið stórt, tá partabrævið misti 50 norskar krónur í virði, og fór niður um 600 krónur. Og 12. mars – sama dag, sum landsstýrið boðaði frá tiltøkum heima hjá okkum – fall kursurin við næstan 75 norskum krónum, niður um 500, og lendi á 459,40 tá keypsskálin í Oslo lat aftur tann dagin. Yvir 600.000 partabrøv skiftu eigara henda dagin.

Kursurin knógvaði seg upp um aftur 500 krónumarkið, og fyrstu tveir dagarnar í hesi vikuni lá hann stabilur um tær 520 krónurnar. Í morgun fall hann aftur niður um 500 krónur, lá á 477 krónum á middegi og umhálvgun fýratíðina í dag var kursurin 492 norskar krónur.

Haldið høvdið kalt
So sigast má, at tilveran sum partaeigari í Bakkafrost hevur verið rættiliga óviss og skiftandi hesa seinastu tíðina. Men fólk í peningakervinum mana eigarum til at taka tað við ró, tí nógv bendir á, at stórur partur av partabrævamarknaðinum fer at stabilisera seg á einum vanligum støði aftur, tá ringasta koronakreppan er av.

BankNordik sendi í gjár boð út umvegis Facebook vanga sín har partaeigarar vórðu bidnir um at ”halda høvdið kalt”.

- Um tú eigur partabrøv, kann tað vera óhugaligt at síggja tey missa virði í hesum døgum. Vit mæla tær tó til at halda høvdið kalt, hóast tað kann kennast torført, ljóðaðu boðini frá BankNordik.

Tað eru gott 59 milliónir partabrøv í Bakkafrosti. Tá kursurin var hægstur høvdu hesi 59 milliónir partabrævini sostatt eitt virði á umleið 42 milliardir norskar krónur. Næstsíðsta hósdag, 12. mars, varð virðið lækkað við 15 milliardum til 27 milliardir norskar krónur.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder