placeholder
Innanlands

BankNordik: Næstan helmingurin av leiðarunum eru nú kvinnur

Lýkur nú heimsmálinum um javnvág millum kynini í leiðslustørvum

Turið Finnbogadóttir Arge, rakstrarstjóri í BankNordik (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Turið Finnbogadóttir Arge, rakstrarstjóri í BankNordik (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-06-15 12:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Talið á kvinnuligum leiðarum í BankNordik samtakinum er hækkað úr 31 prosentum í 2018 til 42 prosent í 2019

Sostatt hevur føroyski bankin megnað at náa málunum um størri javnvág millum kynini – ein avbjóðing, ið fleiri aðrir bankar, sum virka á danska peningastovnsmarknaðinum hava stórar trupulleikar við, skrivar finanswatch.dk í dag.

BankNordik skrivar, at bankin stuðlar teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardyggari menning. Og her er serligur dentur lagdur á fimm útvald mál, teirra millum mál nr. 5, ið skal tryggja javnstøðu millum kynini.

- Vit eru sannførd um, at ein jøvn kynsumboðan er ein fortreyt fyri, at vit sum samtak áhaldandi mennast og røkka burðardyggum og góðum handilsligum úrslitum. Í hesum sambandi hava vit m.a. sett okkum fyri, at bæði kyn skulu vera umboðað við í minsta lagi 40 prosentum, tá ið tað snýr seg um leiðslustørv, skrivar bankin í eini dagføring á sosialu miðlunum í dag.

Bankaleiðslan er fegin um gongdina, men er eisini tilvitað um, at tað er neyðugt støðugt at geva kynsjavnvágini ans, um gongdin skal halda fram. Eitt nú er framvegis stórur munur á, hvussu leiðarastørvini eru býtt millum kynini á deildunum hjá bankanum í Danmark og Føroyum. Meðan kvinnurnar eru væl umboðaðar í leiðslustørvum í føroyska partinum av samtakinum, er tað framvegis longri millum kvinnurnar í leiðslusessum á donsku deildunum.

- Tað hevur alstóran týdning fyri kappingarførið hjá samtakinum, at vit bæði hava dugnaligar kvinnur og menn í starvi. Tí fara vit frameftir at leggja uppaftur størri dent á at tryggja, at vit altíð fáa umsóknir frá bæði skikkaðum monnum og kvinnum í sambandi við starvssetanir, sigur Árni Ellefsen, forstjóri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder