Mentan

BankNordik-savnið keypt seks nýggj listaverk eftir Silju Strøm

Nú eru trý ár liðin av fimm ára avtaluni millum BankNordik og Sjálvsognarstovnin BankNordik-savnið um stuðul til keyp av føroyskari samtíðarlist, og hesi árini hevur savnið ognað sær 32 listaverk frá átta listafólkum, sum tey ikki frammanundan áttu í savninum

2023-06-28 09:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í juni mánaði 2023 ognaði BankNordik-savnið sær seks nýggj listaverk eftir Silju Strøm. Tað skrivar BankNordik-savnið í tíðindaskrivi.

– Nú eru trý ár liðin av fimm ára avtaluni millum BankNordik og Sjálvsognarstovnin BankNordik-savnið um stuðul til keyp av føroyskari samtíðarlist. Við stuðlinum, 450.000 krónur hesi árini, hava vit ognað okkum 32 listaverk frá átta listafólkum, sum vit ikki frammanundan eiga í okkara savni. BankNordik eigur stóra tøkk fyri stuðulin til føroyska nútíðarlist, skrivar BankNordik-savnið.

Silja Strøm er fødd 16. januar 1987 í Keypmannahavn og er uppvaksin í Vestmanna. Hon hevur nomið sær útbúgving í Skotlandi frá The Glasgow School of Art 2007-2011, BA Hons Fine Art (Painting and Printmaking) og á The Academy of Fine Art, Vienna, Austria 2009-2010.

Hon býr og arbeiðir í London, men vitjar javnan heim til Føroya, har hon arbeiðir og hevur sersýningar. Hon hevur havt fleiri framsýningar bæði úti og heima og hevur verið við til at listprýða nýggju løgreglustøðina í Tórshavn saman við listamanninum Anker Mortensen.

Silja Strøm gongur nýggjar listaligar leiðir eins og fleiri av teimum ungu listafólkunum í Føroyum. Stílurin hjá henni er bæði abstraktur og figurativur, og hon nýtir nógv kroppin sum myndevni, har hon lýsir og viðger viðurskifti millum menniskju, umhvørvi, lutir og annað, sum er rundanum okkum.

Heitini á listaverkunum hjá Silju Strøm hava í sær eina søgu. Onkur teirra vísa til, hvat gongur fyri seg á myndunum á ein neutralan hátt, meðan onnur heiti eru poetisk orðað og hava onkursvegna skaldsligan dám. Í listaverkunum verða soleiðis søgur fortaldar bæði við heitinum og í sjálvari myndini. So tað fer fram ein ørgrynna av hendingum í myndunum.

Listaverkini hjá Silju Strøm eru ljós og hava ein dám av lættleika, sum pastelllitirnir eisini stuðla undir. Litirnir liggja í fleiri løgum og eru tíðum gjøgnumskygdir og skapa rúmd í myndunum. Úrslitið er í stóran mun eitt ljóst ævintýrikent huglag í myndunum, sum avspegla lívsgleði og vón.

Listin hjá Silju Strøm er áhugaverd, men øðrvísi. Tað krevur tol og umhugsni hjá áskoðaranum at sundurskilja og fata, hvat veruliga gongur fyri seg í myndunum; hvat søgurnar hjá Silju Strøm fortelja. Ein spennandi ferð inn í listina hjá einum listafólki, skrivar BankNordik-savnið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder