Innanlands

BankNordik: Einki vinningsbýti fyri 2019

Bankin metir tað ikki vera ráðiligt sum støðan er í løtuni, at gjalda íleggjarum 67,2 milliónir krónur í vinningsbýti

(Mynd: Banknordik)

(Mynd: Banknordik)

2020-03-26 19:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er sera óvist, hvørjar avleiðingar COVID-19 fer at hava fyri samfelagið og virksemið hjá BankNordik, og tí er tað í løtuni trupult at meta um fíggjarligu útlitini hjá samtakinum.

Hetta sigur bankin í tíðindaskrivi um ársaðalfundin sum var í dag.

Les eisini: Ben Arabo nýggjur nevndarformaður í BankNordik

Bankin metir tað ikki vera ráðiligt at gjalda íleggjarum 67,2 mió. kr. í vinningsbýti fyri 2019, sum ætlanin upprunaliga var. Á aðalfundinum varð tí samtykt, at einki vinningsbýti verður goldið fyri 2019.

Á ársaðalfundinum vórðu hesi mál viðgjørd:

• Frágreiðing nevndarinnar um virksemið hjá BankNordik í 2019 varð góðkend

• Ársfrágreiðingin hjá BankNordik fyri 2019 varð góðkend

• Avgerð varð tikin um ikki at gjalda vinningsbýti fyri 2019

• Uppskot nevndarinnar um val av 6 aðalfundarvaldum nevndarlimum varð

góðkent

• Nevndarlimirnir Barbara Pállsdóttir Vang, Jógvan Jespersen, John Henrik Holm og Gunnar Nielsen vórðu afturvaldir, meðan Ben Arabo og Hans Arni Bjarnason Thomsen vórðu valdir sum nýggir nevndarlimir

• P/F Januar, løggilt grannskoðanarvirki, og PricewaterhouseCoopers Stats autoriseret Revisionspartnerselskab, vórðu afturvaldir sum uttanhýsis grannskoðarar

• Uppskot nevndarinnar um nevndarsamsýningar í 2020 varð góðkent

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder