Mentan

Banksy heiðrar heilsustarvsfólkunum við nýggjum verki

Listaverkið "Game Changer" verður selt á uppboðssølu í heyst

(Mynd av Instagram)

(Mynd av Instagram)

2020-05-07 07:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt verk av duldarfulla bretska listafólkinum, Banksy, varð í gjár víst fram á einum sjúkrahúsi í Southampton. Myndin heiðrar heilsustarvsfólkunum, sum stríðast móti koronavirusinum, skrivar BBC.

Verkið vísir ein lítlan drong í t-troyggju og yvirálsbuksum, sum hevur skift vanligu hetjudukkurnar, Batman og Spiderman, út við eina dukku av eini sjúkrasystir.

Sjúkrasystirin er í kappa og rættir armarnar út eins og Superman plagar.

Verkið verður víst fram á sjúkrahúsinum Southampton General Hospital til í heyst, tá tað verður selt á uppboðssølu. Pengarnir frá søluni fara til bretska heilsuverkið.

Myndin er svørt-hvít, men á fyriklæðinum er ein reyður krossur.

Sambært BBC legði Banksy eini stutt boð til sjúkrahússtarvsfólkini saman við verkinum, ið er ein fermetur til støddar, og sum hevur fingið heitið ”Game Changer”.

- Takk fyri alt, tit gera. Eg vóni, at hetta lýsir staðið upp eitt sindur, eisini hóast tað er svart-hvítt, stendur á lepanum frá Banksy.

 
 
 
 
 
Vis dette opslag på Instagram
 
 
 
 
 
 
 
 
 

. . Game Changer

Et opslag delt af Banksy (@banksy) den

Meira um Banksy:

Betlehemsstjørnan sum eitt skothol 

Listaverk selt fyri 8,9 milliónir krónur – oyðilegði seg sjálvt  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder