2021-09-02 14:22

Tað gongur ikki skjótt fyri seg við koppsetingini. Serliga ikki við fyrra prikinum.
Í gjár vóru 147 fólk koppsett í Føroyum. 119 av hesum fingu seinna prikið meðan bara 28 fólk fingu fyrra prikið.
36.739 fólk hava fingið fyrru koppsetingina meðan 34.576 fólk hava fingið seinna prikið, og eru liðugt koppsett.
Herfyri lótu myndugleikarnir upp fyri at fólk í aldrinum 12-15 ár kundu koppsetast. Higartil hevur 23 prosent av aldursbólkinum latið seg koppseta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald