Innanlands

Bara 68 fingu fyrra prikið

526 fólk vóru koppsett í gjár, men bara 68 av teimum vórðu prikað fyri fyrstu ferð ímóti koronu

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-08-04 13:13 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað gongur striltið at fáa fleiri fólk í gongd við koppsetingina móti koronu. 526 fólk vórðu koppsett í gjár, men bara 68 av teimum fingu fyrra prikið.

Heili 458 fólk fingu seinna prikið, og eru liðugt uppsett.

65,5 prosent av fólkatalinum hevur fingið fyrra prikið, og 56,4 prosent hava fingið seinna prikið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder