Innanlands

Bara ein nevndarlimur tekur undir við landsstýrinum

Uppskotið um at geva landsstýrismanninum heimild at steingja skeinkistøð verður helst havnað

Beinir Johannessen, tingmaður, er ikki samdur við floksfelaga sínum, Christian Andreasen, og mælir tinginum til at havna uppskotinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Beinir Johannessen, tingmaður, er ikki samdur við floksfelaga sínum, Christian Andreasen, og mælir tinginum til at havna uppskotinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-06-19 11:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgtingið er nú farið undir aðru viðgerð av uppskotinum hjá landsstýrinum um at geva landsstýrismanninum við umhvørvis- og vinnumálum – í eitt avmarkað tíðarskeið fram til 31. mars næsta ár – heimild at steingja skeinkistøð og matstøð.

Men onki bendir á, at uppskotið fær undirtøku á tingi, tá atkvøðast skal um málið seinni í dag.

Málið hevur verið viðgjørt í vinnunevndini, har ein stórur meiriluti mælir løgtinginum frá at taka undir við at landsstýrismaðurin fær hesa tvingsilsheimild, sum tey kalla tað.

Dagliga hevur andstøðan meirilutan í júst vinnunevndini, men hesaferð er tað ein nógv størri meiriluti, sum mælir til at havna uppskotið, tí Johan Dahl úr Sambandsflokkinum og Beinir Johannesen úr Fólkaflokkinum taka í hesum føri undir við andstøðuumboðunum.

- Meirilutin metir ikki, at grundgevingarnar fyri eini lóg, ið avmarkar ein úrvaldan skarða av vinnufyritøkum, halda í mun til verju av COVID19-smittu og harmast um, at ein smidlig loysn ikki er funnin í samráð við allar viðkomandi partar, sigur meirilutin millum annað í álitinum.

Einasti vinnunevndarlimur, sum mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið er Christian F. Andreasen úr Fólkaflokkinum, sum á tingi inniliga heitti á tingið um at samtykkja uppskotið, tí hetta er einasti máti at hava møguleiki fyri at støðga tí nógv størstu smittukelduni, sum kann uppstanda, um koronasmittan stingur seg uppaftur í fólkinum.

Fylg tingviðgerðini her  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder