Reiley og Danmark vóru langt frá einum finaluplássi í Eurovision.
Fyrireikararnir av Eurovision hava kunngjørt atkvøðutølini fyri hálvfinalurnar sum vóru týsdagin og hósdagin, og tølini vísa, at lítið var at heinta.
Tað skrivar Danmarks Radio á heimasíðuni.
(Mynd: EPA)
25 ára gamli Rani Petersen við lagnum "Breaking My Heart" fekk bara seks stig, og øll komu frá sjónvarpshyggjarum í Íslandi.
Harvið endaði Danmark á einum 14. plássi av tilsamans 16 londum. Bara Rumenia og San Marino fingu færri atkvøður enn Danmark.
Landið sum endaði á tíggjunda plássi, Estland, og sum var nokk til at koma víðari, fekk 74 stig - altso 68 fleiri enn Reiley og Danmark.
Stóra finalan var í gjár, og tað bleiv favoritturin Loreen sum lagnum Tattoo, sum streyk avstað við sigrinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald