2020-04-30 07:19
Tað eru framvegis í alt 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 6.963 kanningarúrslit.
Sostatt er eingin tilburður staðfestur seinasta samdøgrið.
Tað upplýsir landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Í løtuni eru 184 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna, og sostatt eru bert tríggir persónar eftir við smittuni. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald