Innanlands

Bara tvey fólk innløgd við koronu

209 nýggir tilburðir vórðu staðfestir í gjár, og yvir 1300 fólk eru positiv í løtuni. Kortini eru bara tvey fólk innløgd í Sjúkrahúsverkinum við koronu

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-01-05 19:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Aftur seinasta samdøgrið eru nógvir koronutilburðir staðfestir. Hesaferð tó 70 færri enn fyrradagin, sum ger, at talið í gjár var 209 nýggir tilburðir.

107 eru staðfest frísk aftur, og talið á smittaðum í løtuni er nú 1307 fólk. Við metnógvu tilburðunum síðani á jólum, kundi ein roknað við, at talið á innløgdum fór at vaksa, og at Sjúkrahúsverkið kom undir trýst. Tað er so ikki hent enn, tí sambært nýggjastu tølunum frá landslæknanum eru tvey fólk innløgd í Sjúkrahúsverkinum við koronu.

Talið á innløgdum við koronu hevur seinastu tvær vikurnar sveiggjað millum tvey og fimm fólk.

Landsstýrið boðaði í gjár frá, at víðkaðu koronu tilmælini framvegis verða galdandi. Tað merki eitt nú at skeinkistøð og matstovur eiga at lata aftur klokkan 23 og at í mesta lagi 100 fólk kunnu savnast við koronupassi og 20 fólk uttan koronupass. Eitt koronupass, sum fæst við tveimum prikum ella fleiri, fyrrverandi smittu ella PCR-test sum ikki er eldri enn 72 tímar. Koppsetingin verjir lítið í mun til smittu av omikron-frábrigdinum, og landslæknin hevur áður váttað fyri Portalinum, at koronupassið at kalla er nyttuleyst nú. Landslæknin hevur heldur ikki vísindalig prógv fyri, at koronupassið heldur smittutrýstinum niðri.

Les eisini: Omikron ger koronupassið nyttuleyst


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder