Innanlands

Omikron ger koronupassið nyttuleyst

Koronapassið hevur altsamt minni týdning nú Omikron-frábrigdið er farið at breiða seg, sigur landslæknin. Tey vísindaligu prógvini um at koronupass minkar um smittutrýstið fáa vit ikki, upplýsir hann í svari upp á fyrispurning frá Portalinum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-12-21 09:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nýggja koronu frábrigdið, Omikron, ferðast við rúkandi ferð kring allan heimin, og Føroyar er einki undantak

Frábrigdið ger, at koronupassið gerst altsamt meira nyttuleyst, upplýsir Lars Fodgaard Møller, landslækni.

- Í sambandi við útbreiðsluna av Omikron hevur koronupassið altsamt minni týdning, tí koppsetingin verjir í minni mun ímóti sjúku eins og fyrrverandi sjúka eisini í munni mun, verjir ímóti smittu av Omikron, sigur Lars Fodgaard Møller.

Tað merkir, at landslæknin nú mælir til, at øll sum hava havt beinleiðis samband við ein smittaðan, skulu í sjey dagar sóttarhald. Hetta er sama hvat koppsetingarstøðan er ella, um ein hevur verið smittaður áður.

Eingi vísindalig prógv
Tey vísindaligu prógvini fyri at koronupassið halda smittutrýstinum niðri hevur landslæknin ikki, og vit koma tí ikki nærri, sigur hann í svari upp á fyrispurning frá Portalinum.

Les eisini: Landslæknin ikki vísindalig prógv fyri at koronupass heldur smittutrýstinum niðri

Vit spurdu, um tað var so, at Farsóttarnevndin hevði mælt landsstýrinum at seta eina skipan í gildi, har tað ikki vóru vísindalig fyri virknaðinum. Eitt inntriv í lívið hjá fólki, sum skulu vísa eitt pass hvørja ferð tey skulu til eitthvørt tiltak ella út at eta.

Eisini spurdu vit um landslæknin heldur, at virknaðurin av koronupassinum er nóg góður tá 7 daga miðalsmittutalið heldur fram at vera so høgt.

Svar fæst ikki uppá hetta uttan tað, at “koronupassið hevur verið eitt nógv brúkt amboð fyri at minka um smittuspjaðingina í Evropa”, sigur landslæknin.

Les eisini: Læknar tala at: Vit eru farin ov langt í koronuhandfaringini

Les eisini: Lækni: - Sum bæði lækni og mamma kann eg ikki tiga longur


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder