Innanlands

Bara tvey smittað eftir

Kunnu raka nullið um nakrar dagar. Heldur ikki seinasta samdøgrið er nakar nýggjur tilburður

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-05-03 07:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sum tað sær út í løtuni, so raka vit nullið um ikki so nógvar dagar. Heldur ikki seinasta samdøgrið hevur nakar fingið staðfest koronasmittuna í Føroyum, verður upplýst í morgun.

44 kanningar vóru gjørdar í gjár, og nú eru tilsamans 8066 kanningar gjørdar.

Ein persónur afturat er blivin staðfest frískur eftir at hava havt korona. Nú eru 185 føroyingar, sum tilsamans eru staðfestir frískir aftur. 187 koronatilburðir tilsamans eru staðfestir í Føroyum.

Tað merkir, at bara tveir persónar eru eftir, sum enn hava koronasmittuna, og um eingin tilburður legst afturat næstu dagarnar, raka vit nullið.

Engin persónur er í løtuni innlagdur á sjúkrahúsinum í sambandi við korona.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder