Innanlands

Bardagi uttan fyri skenkistað í Havn

Tveir menn fóru til hendurs beint áðrenn midnátt. Skeinkistøðini í norðurøkinum lótu aftur millum midnátt og eitt, upplýsir løgreglan

2020-05-17 09:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Beint áðrenn midnátt fekk løgreglan fráboðan um, at tveir menn vóru farnir til hendurs uttanfyri eitt skeinkistað í Havn. Tá løgreglan kom á staðið bardust teir enn. Blóðroynd varð tikin, og teir fáa helst revsing fyri brot á politiviðtøkurnar, upplýsir vakthavandi.

Tað er ein sannroynd, at tey flestu skeinkistøðini hava longri opið enn tilmælini eru.

Í gjárkvøldið helt løgreglan eyga við teimum. Í høvuðsstaðnum vórðu løgreglufólkini tó upptikin av øðrum, men tey ið reka skeinkistøðini, hava í vikuni avrátt at hava opið til midnátt og harvið ikki lata aftur klokkan 22, ið mælt verður til.

Í norðurøkinum lótu skeinkistøðini aftur millum midnátt og klokkan eitt (01.00), upplýsir løgreglan. Hetta er, sum gjørt hevur verið greitt fyrr, ikki nakað, ið løgreglan fær gjørt nakað ítøkiligt við.  

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder