2022-12-17 12:00
Í dag letur listamaðurin Bárður Dal Christiansen upp nýggja framsýning í Gallarí Havnará.
Talan er um eina søluframsýning við nýggjum listaverkum, sum er opin fram til 22. desember millum klokkan 16 og 18.
– Bárður hevur í ár brotið upp úr nýggjum, og nýggja framsýning er ein víðarimenning av nýggja listarliga úttrykkinum, og kann síggjast sum ein status dagføring á gáttini til eitt nýtt listaár, skrivar Gallarí Havnará.
Fernisering verður í dag klokkan 16.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald