2023-10-28 09:17
Í morgin, sunnudagin 29. oktober, letur upp listaframsýning við verkum hjá Bárður Jákupsson í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.
Fernisering verður klokkan 16. Umframt lættari ábit og okkurt leskandi, verður tónleikur og setanarrøða.
Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 26. november. Opið er mánadag til fríggjadag frá 14 til 17, og sunnudag frá 15 til 18. Eisini er møguligt at seta seg í samband við Gamla Seglhúsið og avtala eina aðra tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald