Føroyska tónleikasamstarvið Baroli Music hevur fleiri ferðir gjørt vart seg. Serliga er tað fyri tónleik, sum Bárður Háberg og Óli Jógvansson hava gjørt - saman við øðrum - fyri Disney.
Nú hevur Baroli Music fingið eina gullplátu úr USA. Hetta er fyri staklagið “Better In Stereo”, sum er kent úr røðini Liv and Maddie.
(Youtube)
Bárður og Óli hava skrivað hendan sangin saman við bretsku Paulu Winger. Hetta er onnur útgávan av staklagnum, sum er innspæld/framleidd/mixað í studio hjá Baroli Music her heima í Føroyum - meira nágreiniliga úti á Landavegnum í Havn
Á Facebook-síðu sínari skrivar Baroli Music, at Disney og Recording Industry Association of America (RIAA) júst hava váttað, at lagið “Better In Stereo” nú hevur rokkið “Gold Certification”.
Eitt slíkt fær man fyri fleiri enn 500.000 seld eintøk í USA sum staklag. Hetta er nú eydnast hjá havnarmonnunum.
Bárður Háberg og Óli Jógvansson við stóru gullplátunum, sum marka flottu søluna av teirra staklagi "Better in Stereo"
Mentan
Bárður og Óli hava fingið gullplátu úr USA
Føroyingarnir standa aftanfyri Baroli Music, sum hevur gjørt staklagið Better In Stereo. Tað hevur nú selt fleiri enn 500.000 eintøk í USA, og harvið er gullpláta send til Føroya
Fleiri enn ein hálv millión eintøk seld í USA, merkir at ein fær slíka stóra plátu. Tær eru nú komnar til Havnar, har sangurin er er innspældur, framleiddur og mixaður (Mynd: Baroli Music)
2023-09-27 12:37
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald