Bárður tilreiðar at samráðast

Í fyrstu atløgu varð roynt at skipa samráðingar millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn. Tá tær ikki bóru á mál varð annar møguleiki royndur. Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsflokkin, er tó tilreiðar at koma aftur til borðið

Bárður á Steig Nielsen vil ikki siga nógv um, hvat tað var, sum skilti partarnar, tá roynt varð at skipa samgongu millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn. (Mynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen vil ikki siga nógv um, hvat tað var, sum skilti partarnar, tá roynt varð at skipa samgongu millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn. (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-15 15:53 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Mánadagin varð Aksel V. Johannesen útnevndur samráðingarleiðari og fekk møguleikan at skipa landsstýrissamgongu. Fyrst varð roynt at skipa samgongu millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn.

Ósemja vísti seg at vera millum Sambandsflokkin og Framsókn um ríkisveitingina. Tað førdi so til, at samráðingarnar slitnaðu, og partarnir fóru hvør til sítt.

Eftir tað hevur m.a. Johan Dahl sagt, at Sambandsflokkurin var tilreiðar at lækka ríkisveitingina. M.a. veit in.fo at siga, at Sambandsflokkurin var tilreiðar at lækka ríkisveitingina 40 milliónir krónur, meðan Framsókn kravdi eina lækking upp á 60 milliónir. Eftir, at samráðingarnar vóru slitnaðar skal Sambandsflokkurin hava sett seg í samband við Framsókn og bjóðað Sambandsflokkinum eina lækking upp á 60 milliónir.

Men Aksel V. Johannesen valdi so at royna eina nýggja samanseting millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn. Teir flokkarnir samráðast í løtuni.

Bárður á Steig Nielsen vil tó ikki siga, hvussu stór ósemjan millum Sambandsflokkin og Framsókn var. Vit avtalaðu, at vit eingi tøl skuldu siga, og tað avtaluna virði eg, sigur Bárður á Steig Nielsen við Portalin.

Spurdur, um hann er tilreiðar at koma aftur til samráðingarborðið, um núverandi samráðingar um samgongu ikki bera á mál svarar Bárður játtandi, og hann er eisini tilreiðar at samstarva við aðrar flokkar. Vit útiloka ongan, heldur ikki Framsókn ella Tjóðveldi, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins, sum enn er virkandi løgmaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder