At Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, í útvarpstíðindunum á middegi segði, at Føroyar eru í djúpari kreppu, hevur fingið Heðin Mortensen til knappaborðið.
- Hósdagin var Bárður á Steig Nielsen á forsíðuni á Sosialinum og heitti á føroyingar um at brúka pengar í Føroyum í summar.Hesir báðir sita fremst í lokomotivinum, sum skal eitast at stýra hesum landinum.
- Men tað tykist ikki sum um, at teir hava stungið nakað sum helst felags mál út í kortið. Løgmaður hálar ein veg, meðan fíggjarmálaráðharrin hálar beint øvut, skrivar Heðin Mortensen í lesarabrævið á lesarin.fo.
Tora ikki at brúka eitt oyra
- Tí meðan annar førarin roynir at fáa fólk at brúka pengar til tess at minka um fíggjarligu niðurgongdina av koronasmittuni, so forskrekkir hin lívið úr fólki, so tey ikki tora at brúka eitt oyra.
Tingmaðurin hjá Javnaðarflokkinum spyr um tað veruliga er so, at fíggjarmálaráðharrin uppfinnur eina djúpa kreppu fyri at fáa fakfeløgini at strika kravið um lønarhækkan.
- Jú búskapurin er ávirkaður av koronasmittuni. Bæði í Føroyum og kring allan heimin. Men at staðfesta, at vit eru í eini djúpari kreppu, haldi eg vera djúpt óseriøst av fíggjarmálaráðharranum. Fremsta uppgávan hjá einum fíggjarmálaráðharra í eini tíð sum hesari, er at varðveita bjartskygnið í fólkinum, so vit tora at seta full segl til aftur, tá korona er ein farin tíð, skrivar Heðin Mortensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald