Viðrisløn Útnorðurráðsins fyri barna- og ungdómsbókmentir er latin íslendsku Bergrún Íris Sævarsdóttir fyri myndabókina “Langelstur að eilífu”.
Hetta varð avdúkað undir bókadøgunum í Norðurlandahúsinum í Havn í gjárkvøldið.
Grundgevingin ljóðar nakað soleiðis:
”Tær tilnevndu bøkurnar til vðislønina fyri barna- og ungdómsbókmentir hava nøkur evni til felags. Sterkar kenslur eru frammi í teimum øllum. Kenslur av bæði sakni og samveru.
Vit í dómsnevndini eru sannførd um, at allar tríggjar bøkurnar hava dygdir, sum byggja undir felagsskapin millum ættarliðini og byggja brýr fyri lesaran.
Ársins vinnari er 'Langelstur að eilifu', sum tekur útgangsstøði í heiminum og tankagongdini hjá barninum. Her eru ongar forðingar og onki er ómøguligt. Kenslur, sum kunnu vera truplar – øvund og deyðin – verða tiknar upp uttan at søgan gerst ov sorgbundin ella og ógvuslig. Søgan verður stuðlað við stuttligum tekningum, ið víðka søguna á ein stuttligan.
Hetta er ein stuttlig og vælskipað søga um lív og deyða og lívslangan vinskap”.
Hinar tilnevndu bøkurnar vóru ”Loftar tú mær’” hjá Rakel Helmsdal og ”Orpilissat nunarsuarmi kusanarnersaat (Vakrasta jólatræið í heiminum)” hjá Juaaka Lyberth.
Virðislønin verður latin annað hvørt ár og verður vald millum tríggjar bøkur, sum lokalar dómsnevndir í Føroyum, Grønlandi og Íslandi velja. Ein trímannað dómsnevnd við einum úr hvørjum landi velur so endaliga vinnaran. Við heiðrinum fylgja 60.000 danskar krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald