2026-03-11 20:23
Í síðstu viku, frígggjadagin 6. mars, var hátíðarhald í Ráðhúsinum á Høgabóli í Runavík. Hetta fyri Børge Lamhauge, ið hevur verið gravari í Runavíkar kommuna í 25 ár.
Hesi 25 árini hevur hann havt abyrgd av kirkjugarðarnir í Rituvík, Glyvrum, Skála, Funningi, Elduvík, og Oyndarfirði. Stórar broytingar hava verið í starvinum hesi árini - eisini orsakað av tí, at fleiri kirkjugarðar løgdust afturat, skrivar runavik.fo.
Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, helt eina røða fyri Børga, og sum eisini fekk blómur og ein málnind.
Eftir hesi 25 árini, fer Børge Lamhauge nú frá orsakað av aldri, og ætlar hann sær at pensiónerast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald