Enn er høvi at síggja jólaframsýningina hjá Tórshavnar býarsavni í Perluni í Tórsgøtu 3. Hetta er ein afturlítandi framsýning, ið umframt at lýsa jólini leggur dent á barna- og skúlaár.
Tað ber eitt nú til at síggja alskyns leikutoy frá fleiri ættarliðum. Og aftur í ár er møguligt at síggja mekaniska jólamannin, sum plagdi at standa í sýnisglugganum hjá Katrinu Christiansen við Áarvegin.
Skúlatíðin verður lýst á balkongini. Har eru skúlaborð frá gamla kommunuskúla á Vaglinum og frá Santa Frants Skúla umframt skúlabøkur og annað, ið hevði samband við skúlan í tíðarskeiðinum 1920-1940-árunum. Harumframt ber til at síggja myndir av næmingum í realskúlanum og í fyrsta skúlanum hjá nonnunum, ið húsaðist hjá Klett í Bringsnagøtu í nøkur ár.
Tað verður møguligt hjá børnum at lita myndir og klippa jólapynt.
Framsýningin er opin kl. 14-18 dagarnar 27., 28., 29. og 30. desember.
Tað er Lív Arge Simonsen, søgufrøðingur, ið hevur sett framsýningina upp fyri Tórshavnar býarsavn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald