
Átakið "Í menniskjum góður tokki" hjálpir á hvørjum ári nógvum føroyingum, ið eru sperd á jólum.
Hesaferð komu fleiri umsóknir inn, enn vanligt er, og eisini vóru fleiri børn, ið høvdu tørv á hjálp. Hetta steðfestir Djóni J. Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata, í viðtalu við Kringvarpið
Um hugt verður eftir hesum umsóknunum, so eru tað eini 800 børn, ið liva í fíggjarliga sperdum korum. Hetta eru 45 prosent fleiri enn í fjør.
Djóni J. Eidesgaard sigur eisini, at umleið 40 prosent av teimum 400, ið søktu í ár, ikki gjørdu tað í fjør. Hetta bendir á, at støðan á økinum er versnað, og at inflatiónin hevur sína ávirkan
Hvør játtað umsókn hevur fingið eitt gávubræv, sum er í miðal 3.000 krónur. 1,2 milliónir komu inn, tá Barnabati fyrr í mánaðinum hevði jóla-stuðulskonsert.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald