Innanlands

Barnadeildin flytir inn í H-bygningin

Stórur dagur á Landssjúkrahúsinum í morgin

(Mynd: Landssjúkrahúsið)

(Mynd: Landssjúkrahúsið)

2024-11-26 17:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður ein stórur dagur á Landssjúkrahúsinum í morgin mikudagin, tá B&U Somatik flytir í H-bygningin.

Barnadeildin hevur áður verið staðsett á B5 og Neonatal á Føðideildini, og flytingin inniber eina samanlegging av deildum. Framyvir verða deildirnar kallaðar B&U Somatik. Sum navnið sipar til eru tað børn og ung við likamligum sjúkum, ið framvegis verða innløgd á deildini.

Flytingin hevur eisini við sær, at bæði sjúklingar og starvsfólk fáa betri karmar og umstøður at arbeiða í, og nýggi bygningurin gevur fleiri møguleikar innan viðgerð.

Hendan flytingin er eisini ein liður í menningarætlanini hjá Landssjúkrahúsinum, sum hevur til endamáls at tryggja dygdargóða heilsutænastu alt lívið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder