Leiðslan á Landssjúkrahúsinumhevur nú gjørt av at flyta barnadeildina á sjúkrahúsinum fyri at geva pláss fyri sonevndu koronadeildini.
Barnadeildin er fyribils flutt upp á B7 meðan koronadeildin er flutt inn á B5. Tað verður boðað frá á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum í dag. Endamálið er at fáa til vega fleiri medisinsk seingjapláss á Landssjúkrahúsinum.
Í mars varð serstøk koronadeild skipað á Landssjúkrahúsinum í sambandi við koronatilbúgvingina, sum Sjúkrahúsverkið tá setti í verk. Hetta hevði við sær, at talið av medisinskum seingjaplássum lækkaði við 15 plássum.
Núverandi støða, við mest sum ongari koronasmittu í Føroyum og varisligari upplating av samfelagnum, ger, at tað er neyðugt at tillaga tilbúgvingina.
Tillagingin hevur yvirskipað tvey mál:
- At varðveita koronadeildina og tillaga tørvin. Fleiri enn 100 sjúklingar við illgruna um covid-19 hava verið innløgd á koronadeildini. Sjey hava fingið staðfest smittuna, men talið er minkandi. Við hesum verður tryggjað, at Sjúkrahúsverkið er til reiðar, um smittan skuldi tikið dik á seg aftur.
- At økja talið aftur av medisinskum seingjarplássum, sum var minkað úr 39 niður í 24 tá koronatilbúgvinigin var sett í verk. Tørvur hevur alla tíðina verið á hesum seingjaplássum, tí talið av akuttum medisinskum sjúklingum hevur verið sum vant. Trýstið hevur tí verið stórt á medisinsku deildunum.
Eftir at hava viðgjørt ymiskar møguleikar og ráðført seg við smittukøn hevur leiðslan á Landssjúkrahúsinum gjørt av at flyta koronadeildina á B5. B5 fer sostatt at hýsa koronadeildini við trimum seingjarplássum, umframt ambulanta virkseminum hjá barnadeildini.
Seingjardeildin á barnadeildini verður flutt á B7, sum eisini verður apopleksi (medisinsk) seingjadeild. Hurð er sett í, sum skilir deildina í tvey. Seinastu dagarnar eru hølini gjørd klár og mannagongdir fyrireikaðar, so klárt var at flyta í gjár.
Semja er gjørd við deildirnar um, at barnadeildin aftur verður savnað á B5 í seinasta lagi tann 31. august 2020.
Arbeiðið við nevndu tillagingum hevur elvt til ørkymlan millum starvsfólkini á barnadeildini. Leiðslan harmast um ikki at hava verið nóg góð til at taka starvsfólkini við í hesa tilgongd. Tí var ætlaða broytingin í fyrstu syftu útsett, og stundir vórðu settar av til at kunna starvsfólkini betri og svara teimum ivaspurningum, ið ætlaðu broytingarnar kundu hava við sær.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald