Dagstovnaøkið kring landið verður meira og meira rakt av verkfallinum. Fyri løtu síðani legði Tórshavnar kommuna boð út um, at 15 dagstovnar nú lata aftur vegna verkfallið.
Les eisini: Nú rakar dagstovnaøkið av álvara dagstovnaøkið í høvuðsstaðnum
Har snúði tað seg um, at ruski rúgvar seg upp, og at heilsuvandi kann standast av hesum. Í Nes kommunu eru bæði vantandi ruskinnsavnan og vantandi vasking nú ein trupulleiki.
Tað er fult í ruski við barnagarðin á Svangaskarði, og tað verður ikki vaska longur. Harvið er neyðugt at steingja.
Barnagarðurin á Toftum letur aftur seinni í dag, og er síðani stongdur frá hósdegnum 23. mai og so leingi verkfall er, skrivar nes.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald