2022-12-15 07:56
Sunnudagin 18. desembur kl. 11 verður barnagudstænasta í Argja kirkju. Hetta er samstundis dagurin, har sunnudagsskúlin hevur sína jólaveitslu, og tí verður hetta ein serstøk gudstænasta.
Prestur verður Derhard Jógvanson, og hann fer at hava gudstænastuna í einum barnavinarligum vinkli.
Sunnudagsskúlabørnini ganga luciagongd og í tí sambandið verður heitt á øll børnini um at møta í seinasta lagið kl. 10.40 at gera seg klár.
Kvinnubólkurin Tabitha, sum er mannaður við kvinnum av Argjum, syngur eisini.
Eftir gudstænastuna eru øll vælkomin til ein døgurða. Jólaveitslan heldur á eftir døgurðan við ymsum á skránni til gaman og álvara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald