2020-12-23 12:36

Sunnudagin boðaði Sjúkrahúsverk Føroya frá, at sjúkrahúsini nú ikki eru opin fyri vitjandi - bert eftir avtalu og undir serligum umstøðum.
Hetta er fyri at binda um heilan fingur í mun til koronustøðuna.
Tað ávirkar eisini barnakonur. Landssjúkrahúsið skrivar á heimasíðu sínari í dag, at
av tí at sjúkrahúsini hava stongt fyri vitjandi skulu barnakonur koma einsamallar til kanningar og ultraljóð á obstetriska ambulatoriið.
Somuleiðis skulu tær bera munnbind.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald