Uttanlands

Barnalækni: Tilmælið um at koppseta børn skal endurskoðast

At fólk ikki síggja út til at gerast álvarsliga sjúk við omikron, og virusið lættari sleppur ígjøgnum koppsetingina, setur spurnartekin við, um tað loysir seg at koppseta børnini, sigur formaðurin í Dansk Pædiatri Selskab

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-01-20 19:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Danskir barnalæknar heita nú á danska heilsustýrið um at endurskoða tilmælið um at koppseta børn millum fimm og 11 ár.

Klaus Birkelund Johansen, formaður fyri felagið fyri danskar barnalæknar, Dansk Pædiatri Selskab, vísir á, at í Noregi er tað ikki eitt tilmæli men bert eitt tilboð til tey, sum ynskja tað.

– Tá mann í Noregi ikki vil mæla til koppsetingina men bert lata tað vera ein møguleiki, er tann metingin bygd á omikron. Og danska metingin er bygd á delta-fráfrigdið, sum gjørdi nógv um seg, tá tilmælið kom út, sigur hann við DR.

Nú omikron ikki sær út til at gera fólk álvarsliga sjúk, og virusið lættari sleppur ígjøgnum koppsetingina, setur tað spurnartekin við sjálvari orsøkini til at koppseta børn í hesum aldursbólkinum, sum heldur ikki síggja út til at gerast álvarsliga sjúk, heldur hann.

Høvuðsorsøkin til, at mann mælti til at koppseta tey fimm til 11 ára gomlu var jú, at mann ynskti at fáa immunitet í samfelagnum, men vit hava jú sæð, at mann saktans kann verða smittaður við omikron, hóast mann er liðugt koppsettur, og tí eigur tilmælið at verða endurskoðað, sigur hann.

– Tað er umráðandi, at har kemur ein greið fráboðan um, at mann hevur hugt at tí og fer at broyta tilmælið, ella heldur fast í tí, tí mann framvegis væntar eina avmarking í smittutalinum.

Klaus Birkelund Johansen leggur afturat, at hetta er umráðandi fyri at varðveita álitið hjá fólkinum.

Les eisini: Eiga at sleppa tilmælinum at koppseta børn

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder