Innanlands

Eiga at sleppa tilmælinum at koppseta børn

Heldur skal tað vera eitt tilboð til tey sum ynskja tað, siga tveir danskir serfrøðingar við Berlingske. Teir halda, at heilsustýrið eigur at endurskoða avgerðina um at koppseta 5-11 ára gomul børn

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-01-19 23:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað gevur ikki meining at siga, at øll 5-11 ára gomul skulu koppsetast ímóti koronu.

Tann boðskapin hava tveir serfrøðingar, sum danska blaðið Berlingske hevur tosað við. Anton Pottegård, professari í heilivágsfarsóttarfrøði og granskari í heilivági og Christine Stabell Benn, professari við sergrein í altjóða heilsu, bæði á Syddansk Universitet.

Í Føroyum varð kunngjørt 14. desember, at vit nú fóru undir at koppseta børn í aldrinum 5-11 ára gomul. Danski heilsumyndugleikin, Sundhedsstyrelsen, mælti til hetta, og hetta fór nú eisini at vera eitt tilboð til føroysk børn.

Men sambært teimum báðum serfrøðingunum, sum danski miðilin hevur tosað við, gevur tað ikki longur meining at halda fast við, at øll børn skulu koppsetast. 

Christine Stabell Benn heldur, at heilsustýrið átti at endurskoðað koppsetingina av børnum.

- Heilsumyndugleikarnir hava ongantíð fjalt, at tað at koppseta børn, var fyri at verja samfelagið. Tann grundgevingin kann ikki brúkast longur, nú omikron er komið, sigur hon. Tí kann tað ikki longur vera fyri samfelagið, at hetta verður gjørt, heldur hon.

Norsku myndugleikarnir hava bjóðað koppsetingina sum eitt tilboð, og ikki sum eitt tilmæli, sum danskir myndugleikar hava gjørt.

Tað er við støði í frágreiðing frá norska Fólkaheilsustovnurin, at avgerð er tikin um at bjóða koppseting til 5-11 ára gomul. Stovnurin skrivar í sínari meting, at tað eru fyrimunir við koppingarevninum, men í mun til lítla vandan fyri álvarsligari sjúku hjá børnunum, skal tað vera eitt tilboð, og ikki eitt tilmæli fyri aldursbólkin.

Christine Stabell Benn tekur undir við norsku myndugleikunum. Hon heldur ikki, at tað er stórur vandi hjá børnum at gerast álvarsliga sjúk av covid-19, og at natúrligi immuniteturin er betri enn tann, sum koppingarevnið gevur.

- Tað eru fleiri orsøkir til, at immuniteturin eftir natúrliga smittu er betri enn vaksinuimmuniteturin. Tú fært alt virusið í kroppin, og ikki bara ein lítlan part av tí - og eftir smittuna hevur tú betri immunitet fyri øðrum frábrigdum. Harafturat fært tú eitt verjulag á slímhinnurnar í nøsini og munninum tá tú fært virusið. Tað fært tú ikki ikki, tá tú fært koppingarevni í ein muskil í armin, sigur hon

Koppingarevni kann verja einum ímóti at blíva sjúkur, men ikki uppá sama máta ímóti víðari smittu ella somu verju fyri at fáa smittu, sum natúrliga smitta ger.

Lítla effekt fyri restina av samfelagnum
- Tað er ikki so svart/hvítt, um man eigur at vaksinera børnini ella ikki. Men foreldrini hava jú tikið teirra val, sigur Anton Pottegård. Hann vísur til lágu tølini í Danmark, har bara 40 prosent av aldursbólkinum er vaksineraður.

Sambært honum er koppsetingin ein avgerð, sum foreldrini skulu taka, um tey halda, at tað hevði verið gott fyri teirra barn. Hann vísir á, at um avvarandi eru í vandabólki, um barnið sjálvt er óttafult og annað, men í grundini er tað metingin hjá foreldrunum.

Er tað ikki umráðandi at koppseta 5-11 ára gomul fyri at verja tey veiku í samfelagnum?

- Eg vænti, at foreldur, sum hava fólk í vandabólki um síni børn, hava í nógvum førum valt vaksinuna. Tað er møguliga ein lítil effekt fyri restina av samfelagnum í mun til at verja tey veiku, men neyvan serliga stór, sigur hann.

Fá føroysk børn koppsett higartil
Byrjað varð at koppseta aldursbólkin 5-11 ár í Danmark síðst í november. Hálvan mánað seinni boðaði landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, frá, at hetta eisini fór at vera eitt tilboð í Føroyum. Av ymsum orsøkum byrjaði koppsetingin ikki fyrr enn 15. januar tá 29 børn vórðu koppsett.

In.fo skrivar, at pláss var fyri 60 børnum at koppseta seg í dag, og aftur 60 leygardagin. Koppsett verður á Apotekinum í Havn.

Eini 5000 børn í Føroyum eru í aldrinum 5 til 11 ár.

Les eisini: Spyr.fo: Halda tað vera skeivt at koppseta børn


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder