Mentan

Barnasjónleikur um fordómar í Norðurlandahúsinum

Ein kengura sum tú - En kænguru som dig - er skapað og løgd til rættis av sjónleikarabólkinum HiLS DiN MOR og leikhúsinum Anemonen, og verður hann sýndur 30. apríl

2023-04-24 19:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ikki geva fordómum gætur. Hetta snýr barnasjónleikurin "Ein kengura sum tú" seg um. Leikurin verður sýndur í Norðurlandahúsinum 30. apríl, kl 14.

Tær báðar ungu ketturnar, hvíti tikarin, Pascha, og svarti pantarin, Lucky, vilja finna djóravenjaranum eina damu, tí tær droyma um, at tey øll gerast ein verulig familja. Einki gongur tó sum ætlað, og tá tær so fata, at venjarin als ikki vil giftast, halda tær, at hann er samkyndur.

Tað endar við at tær stinga av út til havið, har tær hitta kenguruna, Django, sum tekur Paschu og Lucky við sær á eina menningarferð. Á menningarferðini lærar tær, at tær eiga sjálvar at meta um og koma at skilja onnur menniskju, og ikki geva fordómum gætur.

Ein kengura sum tú - En kænguru som dig - er skapað og løgd til rættis av sjónleikarabólkinum HiLS DiN MOR og leikhúsinum Anemonen. Aftaná sýningina verður prát við sjónleikararnar og eitt umboð fyri LGBT+ Føroyar, har høvið verður at seta teimum spurningar.

Leikurin, sum er til børn millum 7 og 12 ár, verður sýndur sunnudagin, 30. apríl, kl. 14. Atgongumerki kunnu keypast á nlh.fo.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder