
Ingrid Jensen, verandi leiðari í Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin, fer í annað starv, og tí er Jenny Petersen sett sum nýggjur leiðari.
Nýggi leiðarin tekur við starvinum 1. mai.
Virksemið er skipað í kommunalum samstarvi millum kommunurnar kring Skálafjørðin, og tí vóru borgarstjórarnir úr Nes-, Sjóvar og Runavíkar kommunum við í setanarnevndini, sum einmælt innstillaði Jenny Petersen til starvið, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuna.
Jenny Petersen er 46 ár, útbúgvin sosialráðgevi og hevur seinastu 15 árini arbeitt í Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin. Hon hevur verið á fleiri fakligum skeiðum og tikið lut á viðkomandi ráðstevnum. Fyrstu árini eftir lokna útbúgving starvaðist hon sum sosialráðgevi í Danmark og á Almannastovuni í Føroyum. Fjølbroyttu royndir hennara og skipaða netverkið við stovnar og starvsfólk er sera týðandi fyri starvið.
– Vegna samstarvið um barnaverndarøkið takkar Runavíkar kommuna Ingrid fyri trygga leiðslu og gott samstarv og ynskir samstundis Jenny blíðan byr í nýggja starvinum, skrivar Runavíkar kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald