Innanlands

Barsilsgrunnurin verður tømdur í ár

Neyðugt er at gera broytingar í skipanini, sigur landsstýrismaðurin

Helgi Abrahamsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Helgi Abrahamsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-04-24 17:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Undir nýverandi skipan, eru ikki fleiri pengar í barsilsgrunninum, tá hetta árið er úti.

Tað upplýsti Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, í tinginum í dag.

Tingið viðgjørdi eitt uppskot frá Tjóðveldi um at gera ávísar broytingar í núgaldandi barsilsskipan.

Í uppskotinum hjá Tjóðveldi er ætlanin at gera skipanina meira smidliga, so at foreldrini eitt nú kunnu drýggja sítt farloyvi út yvir trý ár.

Eisini er ætlanin at seta inn í lógina, at foreldur at deyðføddum børnum fáa sama rætt til barnsburðarfarloyvi.

Hóast talan er um eitt andstøðuuppskot, so varð uppskotið væl móttikið í tinginum í dag, hóast Tjóðveldið ikki fekk lyfti frá andstøðuflokkunum um at atkvøða fyri.

Einasta undantak var Miðflokkurin, sum ikki kann taka undir við uppskotinum. Ikki tí at flokkurin ikki tekur undir við stórum parti av uppskotinum, men tí at Tjóðveldi í uppskotinum hevur sett inn, at samkynd foreldur fáa javnsettan rætt til barnsburðarfarloyvi og barsilspening.

Stórar avbjóðingar
Helgi Abrahamsen vísti tó á, at barsilsskipanin stendur fyri stórum avbjóðingum, um ikki nakað verður gjørt fyri at skaffa fleiri pengar inn í skipanina.

- Í fjør hevði barsilsgrunnurin eitt hall á 4 milliónir krónur, og seinastu framskrivingarnar vístu, at halli í ár ver 12 milliónir og aftur komandi ár. Sostatt verður grunnurin tømdur longu í ár, segði Helgi Abrahamsen, og legði afturat, at hetta hóskar sera illa við, at samgongan hevur sett sær fyri at hækka barsilsfarloyvið við fýra vikum upp í 52 vikur.

Metingin fyri hallið í ár varð gjørd áðrenn koronakreppan setti inn, og av tí at nógv fólk eru farin niður í løn, skal roknast við, at inngjaldið í ár verður lægri enn væntað.

Tí slepst ikki undan at gera broytingar í skipanini, so at nýggjar inntøkur kunnu tryggjast barsilsgrunninum, segði Helgi Abrahamsen í tinginum í dag. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder