Innanlands

Bátafestivalurin á Toftum útsettur hálvanannan mánaða

Verður hildin 20. juni ístaðin – eisini várdagarnir á Toftum eru útsettir

2020-04-02 07:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bátafelagið á Toftum, ið skipar fyri árliga Bátafestivalinum á Toftum, hevur valt at útseta festivalin 20. juni. Tað er fyri at taka atlit fyri Korona Covid-19.

Bátafestivalurin skuldi annars verið hildin 2. mai.

- Vit vilja hava ein góðan og hugnaligan bátafestival og tað er ikki møguligt, nú Korona Covid-19 ger um seg í Føroyum. Vit vilja fylgja ráðunum frá mynduleikunum, og at samlað túsund fólk á Bátafestivali á Toftum, er ikki rætt at gera í løtuni, skrivar Bátafestivalurin í tíðindaskrivi.

Nes Kommuna, sum skipar fyri Várdøgunum vikuna undan Bátafestivalinum, hevur eisini valt at útseta øll teirra tiltøk.

Bátafelagið á Toftum og Nes Kommuna koma helst at skipa fyri ymiskum tiltøkum undan Bátafestivalinum 20.juni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder